Seinastu vikuna hevur Firum havt vitjan av seks gestum úr Angola, Gana, Kenja, Indonesia, Sierra Leona og Tansania. Tað skrivar Firum á heimasíðu síni. Firum er tað, sum fyrr kallaðist Fiskaaling.
Gestirnir eru luttakarar í skeiðnum Fisheries Training Programme, sum er ein partur av UNESCO-GRÓ menningarskránni. Skeiðið, ið varar seks mánaðir, endar við, at luttakararnir gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi.
Tey hava vitjað fyritøkur og myndugleikar í Føroyum, sum hava greitt frá sínum virksemi innan alivinnu. Vitjað varð millum annað á iNOVA, Ocean Rainforest og Havsbrún. Gestirnir hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og arbeiða við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum.
Skeiðið í Føroyum er partur av samstarvi millum Ísland og Føroyar um altjóða menningarsamstarv.