Ajax í tíðarinnar niðurbræðing – PSV Eindhoven niðurlendskur meistari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

PSV Eindhoven er niðurlendskur meistari fyri annað árið á rað og fyri 26. ferð í søguni.

Tað hendir eftir, at Ajax fyri nøkrum vikum síðan hevði meistaraheitið í pottinum, men á ófatuligan hátt megnaði at missa oddasessin til PSV Eindhoven. Hetta verður á heimasíðuni hjá hagtalssíðuni OPTA kallað tíðarinnar niðurbræðing í evropeiskum fótbólti.

Tá ið fimm umfør vóru eftir, var Ajax heili níggju stig frammanfyri PSV, og superteldan hjá OPTA roknaði seg fram til, at sannlíkindini fyri, at Ajax fór at vinna meistaraheitið, vóru 99,3 prosent.

Men síðan kollapsaði Ajax í gullstríðnum. Fyrst tapti liðið stórt móti FC Utrecht, síðan spældu teir javnt móti Sparta Rotterdam, taptu móti NEC Nijmegen og spældu javnt móti FC Groningen. Hetta gjørdi, at Ajax misti oddasessin.

Samstundis vann PSV sínar dystir og tók fyrsta plássið í næstseinasta umfari. Í seinasta dystinum skuldi liðið bara vinna sín dyst móti Rotterdam á útivølli fyri at tryggja meistaraheitið. Tað eydnaðist teimum við einum 3-1 sigri á útivølli móti Sparta Rotterdam. Ajax vann sín dyst 2-0 móti Twente, men tað var ikki nokk.

Endaliga støðan í Eredivisie gjørdist, at PSV vann gull við 79 stigum, meðan Ajax endaði á øðrum plássi við 78 stigum. Feyenoord gjørdist nummar trý.