Ákærin hevur kært dómin hjá starvsfólkinum á eftirskúlanum Brúnni

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ákæruvaldið hevur kært dómin móti 30-ára gamla starvsfólkinum á eftirskúlanum Brúnni til landsrættin.

Hetta váttar Ingi Midjord, ákæri, sum førdi málið fyri ákæruvaldið.

30-ára gamli maðurin, sum var starvsfólk á Brúnni, varð 3. Mei dømdur 20-daga treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligt brotsverk móti einum næmingi á eftirskúlanum.

Ákæruvaldið hevði reist ákæru fyri annað kynsligt samband enn samlegu, men dómarin metti, at talan var um blúnisbrot.

Og revsingin á 20-dagar treytaða fongsulsrevsing var rættiliga langt frá tí, sum pástandurin hjá ákæruvaldinum var, sum var fongsulsrevsing ikki stytri enn fimm mánaðir.

Maðurin varð útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár, men rætturin frátók ikki manninum rættin at arbeiða við børnum og ungum, sum ákæruvaldið kravdi.