Ákæruvaldið krevur útvísing og forboð fyri at arbeiða við børnum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

30-ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein næming í eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, skal vísast av landinum og fáa forboð fyri at arbeiða við børnum og ungum aftur.

Eisini skal maðurin fáa fongsulsrevsing.

Tað er pástandurin hjá ákæruvaldinum, nú málið hevur havt sín fyrsta dag í rættinum.

[irp posts=”9223″]

Tveir dagar eru lagdir av til málið, og Ingi Midjord, sum førir málið fyri ákæran, sigur, at tað er ikki óvanligt, at próvførslan er eitt sindur drúgvari, tá talan er um mál, har tað er neyðugt við tulki.

Harumframt eru avhoyringarnar av teimum órættaðu í málum um kynslig brotsverk eisini nakað drúgvari, bæði tí at júst tær avhoyringarnar verða ofta framdar fyri afturlatnar dyr, og tí at at ákærdi skal førast í eitt annað rúm, meðan tey órættaðu vitna.

Soleiðis varð eisini gjørt í rættinum í dag, sigur Ingi Midjord.