Umhvørvisstovan hevur tikið fyrsta stigið í talgildingini av tinglýsingini. Við nýggjari talgildari skipan, sum er tøk á tinglysing.fo, kunnu vinnukundar nú lata inn skjøl til akfarsbókina talgilt.
Við talgildu skipanini verður handfaringin av skjølum munandi einfaldari, skjótari og tryggari.
Talgild innlating til akfarsbókina er fyrsta stigið at talgilda alla tinglýsingina. Loysnirnar, sum nú eru mentar, verða grundarlag fyri at víðka skipanina til eisini at fevna um innlating av skjølum til ávikavist fastogn og leysafæ.
Tá ið talgilda innlatingin er liðug, kann farast undir at menna sjálvvirkna málsviðgerð.
– Talgilda innlatingin fer at lætta munandi um hjá viðskiftafólkunum at avgreiða skjøl til Tinglýsingina. Eg fegnist um, at vit á henda hátt taka fyrsta stigið at talgilda tinglýsingina, ið samstundis er eitt týdningarmikið stig at talgilda almennar tænastur sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.