Áki D. Samuelsen: – Vit vóru sera vandamiklir
13.11.2026Aftaná 2-2 (1-1) javnleikin móti Slovakia í Kosice fekk Trygvi Absalonsen orðið á seinna málskjúttan hjá Føroyum, Áki D. Samuelsen, ið fegnast um, at hann var á rætta staðnum, tá góða sendingin hjá Peturi Knudsen kom inn í málteigin, og hann fekk tánna á bóltin og beint hann í málið. Áki staðfestir, at teir vóru sera vandamiklir í álopsstøðunum, og vóru onkrir marginalar við vunnu Føroyar dystin.