Tú lurtar eftir
Áki fegnast um fyrsta málið og fyrsta kappingardystin – men sigurin manglaði
26.09.2026Hoyr 1) Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen siga frá vakra 1-0 málinum Áki D. Samuelsen skoraði í Nations League dystinum á Tórsvølli móti Kasakstan, ið endaði við javnleiki 1-1. 2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við dagsins leikara og málskjútta. Áki fegnast um fyrsta málið fyri A-landsliðið og fyrsta kappingardystin, og fyrsta dystin á Tórsvølli. Men í tí fagnaðinum er tað eitt vónbrot, at Føroyar ikki megnaðu at knógva ein 2-1 sigur á Tórsvølli í kvøld. MYND: Brynjar J. Poulsen.
{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}