Norska fótbóltsfelagið Ranheim, sum spælir í næstbestu norsku deildini, boðar frá, at felagið hevur skrivað undir trý ára sáttmála við U21-landsliðsleikaran, Áka Samuelsen úr HB.
Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Áki Samulsen ikki fór at halda fram í HB, og sambært miðlunum stóð valið millum íslendska felagið Víking og Ranheim. HB takkar á Facebook Áka fyri tíðina í felagnum.
20 ára gamli Áki Samuelsen er vaksin upp í HB. Hann var nøkur ár í ungdómaakademiinum hjá FC Midtjylland, men kom heim aftur í 2020. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 119 dystir fyri besta liðið hjá HB og skorað 50 mál. Hann hevur spælt 15 U21-landsdystir og var partur av øllum ungdómslansliðum í ungdómsárunum.
Við heimasíðuna hjá Ranheim sigur Áki Samuelsen um seg sjálvan, at hann er ein vongur sum bjóðar av og hevur eitt gott skot og er kvikur.
– Eg vóni at skjóta mál og leggja upp, og eg fari eftir at vinna fleiri dystir og at flyta upp í Elitudeildina.
Áki gleðir seg at spæla í Noregi:
– Tað verður gott í Noreg. Tað líkist meira Føroyum enn Danmark, men tað er eitt sindur kaldari her um veturin.