HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við 22 ára gamla toftamannin, Áka Johansen, sum hevur spælt yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, síðan hann spældi sín fyrsta dyst í 2021.
Miðverjin hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá B68, síðan felagið spældi seg upp í bestu deildini í 2021. Hann hevur spælt 9 dystir fyri U21-landsliðið.
Við heimasíðuna hjá HB sigur Áki Johannesen soleiðis um orsøkina til, at hann nú fer at spæla við HB:
– Eg haldi, at hetta er eitt spennandi projekt sum er í gongd, við einum spennandi venjaratoymi. Og so er tað kanska meira spennandi at sleppa at spæla við í ovara endanum á stigatalvuni.
– Sum leikari er tað sjálvandi fyrst og fremst verjuspælið, sum er mín styrki. Mær dámar væl at fara inn í nærdystir, og eg haldi eisini at tað er her, at mín styrki liggur. Sum persónur eri niðri á jørðini, og royni ikki at gera alt ov nógv um meg.
– Fyrst skal eg arbeiða meg inn á liðið. Eg eri greiður yvir, at her fær man einki frípass. Kappingin er hørð, men tað kann bara vera við til at menna meg. Síðani havi eg eisini ambitiónir um at koma á A-landsliðið, sigur Áki Johannesen at enda við HB.