Aksel og Hilmar heiðursgávur frá Fiskimannafelagnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin 9. novembur handaði Føroya Fiskimannafelag heiðursgávur til Hilmari Djurhuus, búsitandi á Strondum, og Aksel Thorsteinsson, úr Vági, á lítlari samkomu í Havn. Familja og onnur vóru við á samkomuni, har ábit fekst eftir handanina. Tað skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðu síni.

Tað var formaður felagsins, Jan Højgaard, sum handaði heiðursgávurnar til teir báðar. Teir fingu handað hvør sítt lummaur í sambandi við, at teir nú gevast í teirra yrki á sjónum. Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár.

Axel og Hilmar vóru partur av manningini á Kambi, sum sakk sunnan fyri Føroyar 6. februar í ár, og Hilmar var við lagnutúrin.

– Føroya Fiskimannafelag takkar teimum fyri trúgva og langa tænastu. Felagið fer hervið at ynskja tykkum báðum góðan byr uppi á landi eftir so mong ár á sjónum, segði Jan Højgaard á samkomuni leygardagin.

Axel Thorsteinsson fór í 1967 sum 13 ára gamal at rógva út. Í 1971 mynstraði hann fyrstu ferð. Tað var við Nýborg, og síðan tá hevur hann siglt.   

Hilmar Djurhuus fór fyrstu ferð til skips í 1973 sum 16 ára gamal. Hann fór tá við Ranafossi, sum fór ein saltfiskatúr á Flemish Kap.

Seinastu nógvu árini hevur hann verið við Kambi. Tað fekk, sum sagt, ein enda lagnudagin 6. februar í ár. Hilmar ætlar sær ikki aftur til skips.


Á myndini: Aksel Thorsteinsson, úr Vági og Hilmar Djurhuus, búsitandi á Strondum