,

Aksel V. Johannesen: Langt frá nøktandi til eitt val

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

14,6% er langt frá nøktandi til eitt val og gongdin skal vendast.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við FM1, um veljarakanningia, sum Portalurin kunngjørdi fyrr í dag.

14,6 er 12 prosentstig færri enn til løgtingsvalið, so Javnaðarflokkurin hevur líka stóra afturgongd, sum Fólkaflokkurin hevur framgongd, sambært kanningini. Javnaðarflokkurin stendur sostatt framvegis at ganga úr 9 tingfólkum niður á fimm.

Fleiri hava ført fram, at samgongan ikki hevur framt tey málini, sum samgonguflokkarnir fóru til val uppá. Hesum er Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki samdur í.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Aksel V. Johannesen í tíðindunum á FM1.