B36 Varpið brúkar vetrarsteðgin til at fortelja nakrar søgur úr føroyska fótbóltsheiminum, sum ikki beinleiðis eru tengdar at B36. Hósdagin kl. 16 seta vit ljóskastaran á TB og ta gongdina, sum felagið hevur verið í hesi seinastu árini. Gesturin er André Dalfoss, sum er formaður í TB.
Vit fara m.a. at práta um ta nýggju kósina, sum er stungin út í kortið við Stórá, har dentur verður lagdur at menna ungar lokalar leikarar til tað besta liðið. Komið verður inn á hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri eitt felag, um ov nógvir útlendskir leikarar verða tiknir inn, og um hvat kann henda tá ov stór ábyrgd av felagnum verður latin upp í hendurnar á venjaranum hjá besta liðnum. Og vit tosa eisini um hvat skal til, fyri at betra um ta lokalu forankringina av einum fótbóltsfelag, har barna- og ungdómsfótbóltur hevur fremstu raðfesting.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.