

Aleksandur Ó. Jensen trýr enn upp á finalumøguleikan
Hoyr Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum Víkingur skoraði í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Aleksandur Ó. Jensen hjá B68 og Árni Nóa Atlason hjá Víkingi. Aleksandur trýr enn upp á finalumøguleikan, og Árni Nóa minnir á, at arbeiðið má gerast liðugt í seinnu hálvfinaluni.
