Ígjár vunnu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali European Cup aftaná ein samlaðan 62-61 sigur á grikska liðnum, Olympiacos aftaná brotskastskapping.
Olympiacos vann dystin 31-27, og tá Valur vann 30-26 í Reykjavík stóð samlað á jøvnum 57-57, og tí var neyðugt við brotskastkapping.
Valur, harímillum Allan við tryggum brotskasti skoraði upp á øll fimm brotskøstini, meðan seinasta brotskastið hjá Olympiacos endaði á tvørstongini.
Sostatt vann Valur ein ótrúligan samlaðan 62-61 sigur, og eru teir fyrsta íslendska liðið sum vinnur eina evropeiska kapping fyri felagslið.
HER ber til at hoyra tað sum Allan Norðberg segði – á føroyskum – við RÚV aftaná evropeiski sigurin var komin í hús: