Allar prostataskanningar verða nú gjørdar í Klaksvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsumálaráðið boðar frá, at allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum nú verða framdar við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í desembur í fjør vórðu fyrstu skanningarnar gjørdar við nýggja skannaranum. Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini at brúka nýggja skannaran.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, fegnast um, at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata.

Nýggi MR skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi lyftir diagnostiska øki í Sjúkrahúsverkinum, tí nú er møguligt at fremja fleiri og betri skanningar enn frammanundan, umframt at fleiri sjúklingar sleppa undan at fara til kanningar uttanlands.

Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Í 2024 vórðu í alt 595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum. Fleiri skanningar kunnu gerast í Føroyum, sum áður hava verið framdar á viðgerðarstøðum uttanlands.