Tann juni í ár fer Jütta Olsen frá sum leiðari á Blákrossheiminum. Í hennara stað kemur Leivur á Lakjuni.
Í hesum sambandi verður móttøka fyri Jüttu J. Olsen fríggjadagin 23. juni, frá klokkan 15 til 18, á Blákrossheiminum á Nesi.
– Røður verða at hoyra frá Hjalmari Hansen, formanni í nevndini fyri Blákrossheimið, Edvu Jacobsen, aðalskrivara í Bláa krossi Føroya, Alisu Hammer, leiðara fyri fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi, Sverra Steinhólm, formanni í landsnevndini fyri Bláa kross, og Leivi á Lakjuni, komandi leiðara á Blákrossheiminum, skrivar Blákrossheimið í einum tíðindaskrivi.
Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen fara at framføra tónleik.
Høvi verður at bera fram eina heilsan til Jüttu J. Olsen.
Umframt hetta verður ábit, skrivar Blákrossheimið.