Í sambandi við, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum í løtuni er til ummælis, verður skipað fyri trimum almennum hoyringarfundum í næstu viku, tað skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu síni.
Fundirnir verða:
- Mánakvøldið 25. november kl. 19.00 í Salt á Drelnesi
- Týskvøldið 26. november kl. 19.00 á Mørkini Miklu á Sandi
- Mikukvøldið 27. november kl. 19.00 í Finsen í Havn
Fólk fáa møguleika at hoyra, hvat politiska semjan, verkætlanin og lógaruppskotið fevnir um. Høvið verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.
Á fundinum luttaka løgmaður, umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin og Landsverk.
Skráin til hoyringarfundirnar:
- Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)
- Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (P/F Suðuroyartunnil)
- Møguligar loysnir viðv. tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)
- Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 6. desember 2024.