Almennu útreiðslurnar mugu skerjast

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Øll tey politisku forfólkini á tingi eru samd um,  at almenni bygnaðurin má tillagast, so vit fáa meira fyri hvørja einstaka skattakrónu.

Tað skal vera javnvág millum inntøkur og útreiðslur.

Tí var so at siga semja um hækka gjøldini á alivinnuni og veiðugjøldini hjá uppsjóvarvinnuni.

Men meira skal til, vísti løgmaður á og boðaði frá at uppskotið um hækkaðan pensjónsaldur kemur aftur fyri á tingi í heyst.

-Broytingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2035. Tá verða tær stigvísar og við undantøkum. Eitt nú kunnu tey, ið hava arbeitt frá ungum árum, fara frá áðrenn pensjónsaldur.

-Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.