Mikudagin klokkan 10 hava Alöna Roitershtein og Steve Harbert frá Robert Gordon University í Aberdeen almennan fyrilestur um burðardygga ferðavinnu á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í J. Broncks gøtu 25.
Fyrilesturin, sum eru á enskum, hevur heitið Sustainable Tourism: Is it Nearer or Further Away?
Aftan á fyrilesturin eru stundir til spurningar og viðmerkingar.
Alöna Roitershtein arbeiðir við ferðavinnu í Norðurlondum og arktiskum økjum, serliga í oyggjasamfeløgum í køldu sjógvi, har burðardygd hevur serligar avbjóðingar. Hon granskar sambandið millum stað, samfelag og ferðavinnu, og hvussu hesar skipanir ávirka burðardygga menning.
Steve Harbert hevur drúgvar royndir innan ábyrgdarfulla ferðavinnu og undirvísir í altjóða ferðavinnuleiðslu. Áðrenn hann gjørdist undirvísari, starvaðist hann í 20 ár sum leiðari í ævintýraferðavinnu.