,

Alment tiltak um súkkling

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hvussu hava vit súkklað í Føroyum? Hvussu gera vit í dag? Og hvat skulu vit gera fyri at tryggja eina burðardyggari og tryggari framtíð innan súkkling?

Kom við til eina spennandi verkstovu, har vit savna fólk úr ymiskum geirum at deila vitan, royndir og framtíðarætlanir. Høvuðsendamálið er at betra um umstøðurnar innan súkkling – bæði fyri føroyingar og ferðafólk.

Tiltakið verður á Parnassinum á Hotel Hafnia Mikudagin 21. mai 2025 frá klokkan 9.00 til 12.30.

Á skránni eru framløgur og íblástur frá fólki úr ferðavinnu, almennum myndugleikum, kommunum og súkkluumhvørvinum. Eisini verður ein nýggjur kunningarfilmur vístur um atburð í ferðsluni, og møguleiki verður at koma við tínum íkasti til kjakið um súkkling.

Á skránni verður

  • Mikkjal Helmsdal, sum ferðast á súkklu dagliga
  • Finn Danberg, Team Rynkeby – Hvussu er at súkkla í Føroyum og hvat er góður atburður?
  • Rasmus Steintórsson Biskopstø, Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu – Hvønn leiklut hava súkklur í samlaðu ferðslumyndini?
  • Jóhan Pauli Helgason og Alda Magnusardóttir Egilstrøð, Visit Faroe Islands – Súkkluleiðir fyri føroyingar og ferðafólk
  • Brandur Sjúrðarson, Landsverk – Átøk fyri at tryggja ábæra ferðslu
  • Boði Haraldson, býarverkfrøðingur hjá Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu – Hvussu arbeiðir Tórshavnar kommuna við ábærari ferðslu
  • Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari hjá SSL – Møguleikin at hava súkklur við strandfaraleiðunum
  • Annika Lisberg, menningarfólk hjá Visit Tórshavn – Fá íblástur frá grannalondunum
  • Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn – Hvussu kunnu fyritøkur arbeiða saman heldur enn at kappast um ferðafólkini
  • Við fleiri…

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til, áðrenn týsdagin 20. mai klokkan 15.

Sí skránna og melda til her: