Real Madrid hevur nú staðfest, tað sum øll hava vita í eina tíð, at Xabi Alonso verður nýggi venjari hjá felagnum. Hann hevur undirskrivað eina trý ára avtalu. Alonso tekur við eftir Carlo Ancelotti, sum nú skal venja brasilska landsliðið.
Alonso leiddi týska felagið Bayer Leverkusen í tvey og eitt hálvt ár. Hann breyt 11 ára meistararøðina hjá Bayern München og vann týsku Bundesliguna við einari søguliga langari sigursrøð.
Nú stendur hann fyri eini nýggjum avbjóðingum í Real Madrid, har hann longu hálvan juni skal leiða felgið í HM fyri feløg í USA. Real Madrid vann einki steyp hetta kappingarárið.