Stýrið fyri ALS hevur samtykt ársroknskapin hjá ALS fyri 2024.
Roknskapurin fyri ALS vísir eitt avlop á 210 milliónir krónur, sum er tað næstmesta í søguni hjá
ALS. Bert í 2023, tá ið ársúrslitið var eitt avlop á 225,8, var ársúrslitið betri enn í 2024.
Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.549 milliónir krónur.
Hóast arbeiðsloysið kvinkaði eitt vet uppeftir í 2024, so var tað tó enn sera lágt, og
triðja árið á rað var arbeiðsloysið 1 prosent ella niðan fyri tað.
Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið í 2023 0,8 prosent, meðan tað í 2024 var 1,0 prosent.
Lága arbeiðsloysið í Føroyum var tað lægsta ellinda árið á rað samanborið við onnur
lond í Evropa, og tað eru bara nøkur heilt fá lond í heiminum, har arbeiðsloysið er
lægri enn í Føroyum.
ALS-gjaldið lækkaði úr 1 prosenti niður í 0,8 prosent 1. januar 2024. Hóast lækkingina vóru
samlaðu inngjøldini 196,1 milliónir krónur, sum er 36,1 milliónir krónur minni enn í 2023.
Minkingin er á leið tað, sum roknað varð við, tá ið gjørt varð av at lækka ALS-gjaldið.
Útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli vóru næstan tey somu í 2024 sum árið fyri – 58,4
milliónir krónur í 2024 í mun til 58,3 milliónir krónur í 2023.
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini minkaði við 11,3 milliónir
krónum, meðan samlaða útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli hækkaði við 11,3
milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til tað er, at tá ið minni var at gera á fiskavirkjunum, fluttu
fólk úr fiskavirkisskipanini yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina.
Skiftisavlopið, tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini,
gjørdist eitt avlop á 138,9 milliónir krónur í 2024 í mun til 175,2 milliónir krónur í 2023.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir vóru 17,9 milliónir krónur.
Rakstrarkostnaðirnir vóru 4,6 milliónir krónur. Tað var ein minking á 0,7 milliónir. krónur
svarandi til 13,2 prosent samanborið við árið fyri. Undantikið í 2022 vóru rakstrarkostnaðirnir í
2024 teir lægstu síðani 1995.