Alt bendir á at Diogo Jota koyrdi alt ov skjótt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Alt bendir á, at bilurin, ein Lamborghini, koyrdi alt ov skjótt, tá ið kendi Lierpoolleikarin, Diogo Jota og bróður hansara, André Silva, doyðu í einari ógvusligari ferðsluvanlukku í Spania hósnáttina í seinastu viku.

Spanska løgreglan í Zamora sigur við norska miðilin VG, at alt bendir á at tað var Diogo Jota, sum koyrdi bilin.

Vanlukkan hendi á motorvegnum í Cernadilla, tá teir vóru á veg aftur til Onglands frá feriu. Eldur kom í bilin, tá ið hann koyrdi út av. Vitni boðaðu beinanvegin frá, men lívini hjá brøðrunum kundi ikki bjargast.

Spanska løgreglan arbeiðir framvegis við frágreiðingini, sum skal latast rættinum í Puebla de Sanabria, tá ið hon er liðug.

Leygardagin vórðu Jota og André jarðaðir í heimbygdini Gondomar í Portugal, bert tveir dagar eftir vanlukkuna.