Alt bendir nú á at franska stórtalentið Kylian Mbappé ikki verður at síggja í PSG komandi kappingarár. Mbappé hevur seinasta kappingarár spælt í álopinum saman við m.ø. Messi og Neymar, men nú er Messi farin til Inter Miami í Florida at spæla og Mbappé hevur sagt við leiðsluna hjá PSG at hann ikki ynskir at leingja sáttmálan, sum gongur út í 2024. PSG sigur at teir ikki ynskja at Mbappé skal fara úr PSG uttan kostnað næsta ár, so tí vilja teir heldur selja hann í ár.
Umboðsfólk hja Tottenham leikaranum Harry Kane hava verið í París til samráðingar við PSG um Kane. Hetta bleiv tó gjørt áðrenn Mbappé boðaði frá at hann ikki vildi halda áfram í PSG frá 2024.
Sáttmálin hjá Harry Kane gongur eisini út í 2024 og um Tottenham skal fáa nakrar pengar fyri hann, so noyðast teir eisini at selja hann nú.
Harry Kane hevur spælt 320 Premier League dystir og skorað 213 mál. Tað er tó merkisvert at Kane ongantíð hevur vunnið nakað steyp í størri kappingunum.
Meira kemur seinni.