Sunnudagin kl. 16.00 verður stórdystur í Premier League.
Tað er oddaliðið Liverpool, ið tekur ímóti meistarunum í fjør, Manchester City.
Hetta fleirára meistarastríðið hevur ein øðrvísi tóna sunnudagin, tí fyri fyrstu ferð síðan 2017, verður Manchester City roknað sum “underdog” móti Liverpool og veddifyritøkurnar vænta eisini ein sigur til teir reyðu.
Hóast eina góða byrjan, hava teir ljósabláu úr Manchester, tapt tríggjar dystir á rað í Premier League og hava ikki vunnið í seinastu seks í øllum kappingum. Seinasti dysturin hjá City í Premier League, endaði 0-4 móti Spurs á Etihad og eru varandi meistaranar somuleiðis í teirra ringasta formi, í yvir átta ár.
Hinvegin, hevur Liverpool vunnið sjey av átta seinastu Premier League uppgerðum sínum. Hin dysturin, endaði við 2-2 javnleiki móti Arsenal á Emirates.
Í Champions League liggja City, nummar 17, aftaná javnleikin móti Feyenoord týsdagin, meðan Liverpool, megnaði at varðveita oddasessin mikudagin, við 2-0 sigri á Real Madrid.
Alt bendir á ein Liverpool sigur sunnudagin, men í fótbólti er onki avgjørt fyrr enn alt er avgjørt.
Soleiðis sær toppurin í Premier League út, áðrenn 13. umfar.