Álvur, Jóngerð og Bára ársins stjórar og millumleiðari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Grein úr Dimmalætting 29. januar 1983 um langabba og abba

Tit kenna myndirnar

Í gjár vórðu Ársins Leiðarar 2025 kosnir á Hotel Føroyum, og nýggi heiðurin Herðaklappið til millumleiðaran varð latið fyri fyrstu ferð.

Ársins leiðari innanfyri tað privata 2025:
Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping.

Navigare Shipping varð kosið Ársins Virki í 2022, og Álvur Højgaard hevur staðið á odda fyri burðardyggu menningini av felagnum.

Um hann verðu sagt, at hann hevur kontrakta farmaskip fyri hálva milliard krónur og leggur dent á umhvørvisliga burðardygd.

Hini tilnevndu vóru Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi Føroyar, og Poula Michelsen, nevndarforkvinna í P/F Poul Michelsen.

Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2025:
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum

Síðan á sumri 2017 hevur Jóngerð stjórnað Roðanum, sum veitir umsorganartænastur til borgarar í Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunum.

Um hana verður sagt, at hon er skilagóð, fevnandi og empatisk, og hennara eldhugi fyri starvsfólkum og borgarum hevur skapt eina tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu.

Hini tilnevndu vóru Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri hjá Sjóvinnustýrinum, og Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í Familjufyrisitingini.

Herðaklappið til millumleiðaran:
Bára Skaale Klakkstein, leiðari á Rannsóknarstovuni, Klaksvík

Bára hevur ment eina góða arbeiðsmentan á Rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hóast nógvar broytingar seinastu árini. Rannsóknarstovan hevur tvær ferðir skorað hægst í trivnaðarkanningum.

Dómsnevndin fyri 2024 var mannað við Johnny í Grótinum, Ingibjørg Berg og Árni Jakobsen.