Amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Uttanríkis og vinnumálaráðið boðar frá, at amerikanski kavbáturin USS Delaware kemur í Nólsoyarfjørð í dag

Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum fyrr hevur verið í Føroyum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.