, ,

Andorra hevur javnað til 1-1 við Djúpumýru

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað bylgjar aftur og framm við Djúpumýru í Klaksvík, nú Føroyar og Andorra spæla U21 landsdyst.

Føroyar legði seg á odda aftaná 13 minuttir, tá ið Jørgen Nielsen skoraði uppá brotspark.

Føroyingar fingu brotspark, tá ið Áki Samuelsen bleiv feldur.

Nakrar minuttir seinni fingu Andorra mál, tá ið Sola sendi bóltin hegnisliga frammvið Ari Petersen.

1-1 er støðan aftaná 22 minuttir.

Hesir byrja inni hjá Føroyum:

Ari Petersen, Elias Rusborg, Gullbrandur Øregaard, Jørgen Nielsen, Áki Samuelsen, Olaf Bárðarson, Signar á Brúnni, Aron Jarnskor, Børge Petersen, Noah Mneney, Martin Agnarsson

Bonkur – Jóannes Davidsen, Jákup Vilhelmsen, Mikkjal Hellisá, Áki Johannesen, Poul Kallsberg, Heini Sørensen, Gutti D. Olsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Rasmus Nilsson

Venjari – Eyðun Klakstein