Føroyar hava fingið ein nýggjan UEFA-umboðsmann.
Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá í dag.
Andrass Thomsen var hóskvøldið UEFA-umboðsmaður til dystin í EUFA Conference League millum Swift Hesperange úr Luksembourg og FK Struga úr Norðurmakedonia.
Við nýggja umboðsmanninum hava Føroyar fimm UEFA-umboðsmenn tilsamans, sigur Fótbóltssambandið.
UEFA umboðsfólk til dystir hava ábyrgd av at tryggja, at dysturin verður væl avgreiddur í samsvari við kappingarreglurnar hjá UEFA, umframt at umbóðsfólkið skal tryggja sær, at trygdarreglur og vaktarhald inni og uttan fyri leikvøllin verða hildnar.