André beindi HB til á sigurs í fyrstu royndini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn
Víkingur – HB 0-1 (0-0)

André Olsen megnaði í fyrstu royndini sum HB-venjari at venda sera vánaligu gongdini, sum var seinastu dystirnar undir Adolfo Sormani.

HB var betri í fyrra hálvleiki, tó uttan at skapa nakran stóran møguleika. Í seinna hálvleiki kom Víkingur betri við. Men tað hevði stóra ávirkan, at Atli Gregersen mátti av vøllinum við skaða.

Stutt eftir skoraði Sammy Skytte einasta málið í dystinum, og Víkingur megnaði ongantíð veruliga at leggja trýst á verjuna hjá HB, sum uttan stórvegis trupulleikar vann 1-0.


HB royndi seg fyri fyrstu ferð við nýggja fyribils venjaranum André Olsen, og frá byrjan sá út at her var ein ávís venjaraávirkan. HB sýntist heilt einfalt hamskift samanborið við fótbóltsspælið seinastu dystirnar.

HB fór langt fram á vøllin at trýsta, og Víkingur hevði trupult við at spæla út frá egnari hálvu, tí HB vann sum oftast bóltin beinvegin aftur.

Eisini grundspælið hjá HB líktist sær sjálvum, og tað riggaði væl at flyta bóltin runt. Serliga eyðsýndir vóru Heini Sørense og Sammy Skytte, sum vóru sera bólt tryggir í uppspælinum í vinstru síðu.

Einasti trupulleikin hjá HB var, at teir ikki megnaðu at spæla seg til nakran líkinda møguleika. Tað varð bara til okkurt hálvforkølað langskot.

Víkingur í sínum lagi treivst rímiliga væl við í eyðkendum stíli at liggja afturi á vølinum og bíða, og tað duga teir.

Tað hoyrir við til søguna, at HB hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, og tá ið Víkingur kom á vøllin í seinna hálvleiki vóru tað teir, sum høvdu vindin undan, og tað sást.

Víkingur átti fyrstu løtuna, og Aron Jarnskor hevði fyrsta veruliga vandamikla skoti í dystinum, men Bjarti Vitalis Mørt bjargaði.

Nú hendi tað, at veteranurin Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, mátti av vøllinum við einum at síggja til fipurskaða, og inn í miðverjuna kom blaðungi Jónatan Lervig.

Tað sá út til at ávirka leikgongdina. Tí nú tók HB yvir aftur, og í einari kontra støðu í 55. minuttir setti Jákup á Thomsen ferð á á miðjuni, síðan broderaði Heini Sørensen eitt sindur í høgru megin í brotsteiginum, og legði aftur til Sammy, sum umvegis ein verjuleikara hjá Víkingi fekk bóltin í málið.

HB hevði eina løtu eftir málið yvirvág, men so lýðandi tók Víkingur yvir spælið, og trýsti móti málinum hjá HB øktist spakuliga, sum hálvleikurin leið.

HB yvirlívdi í fyrstu umfarinum trýsti frá Víkingi, sum ikki náddi at gerast veruliga vandamikið, og HB kom spakuliga við í dystin aftur.

Seinastu løtuna í dystinum átti Víkingur, sum spakuliga legði meira og meira fyri í royndina at javna. Nakrir bóltar vórða lagdir inn fyrri HB-málið, men teir voldu ikki HB stórvegis trupulleikar, og inni í miðverjuni hjá HB gekk Heðin Hansen undan at rudda bóltarnar burtur.

Víkingur hevði eisini stórar trupulleikar við fáa sendingarnar at sita, og frustratiónirnar í Sarpugerði vóru týðiligar, nú føroyameistararnir taptu enn ein dyst.


Betrideildin menn: Víkingur – HB 0-1 (0-0)