André: – Eitt lið vit áttu at vunnið á – Jákup Martin: – Teir stjala sigurin móti dystarenda

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum HB-B36 2-2 (1-0). Hoyr eisini samrøðurnar Pætur hevði við høvuðsvenjararnar, André Olsen hjá HB og Jákup Martin Joensen hjá B36. André harmast, og heldur, at HB hevði óneyðuga nógvar trupuleikar móti einum liði teir átti at vunnið á. Jákup Martin heldur hinvegin, at HB stjól sigurin móti dystarenda, men hann fegnast um, at B36 við fimm stigum móti tveimum hjá HB er havnarmeistari í 2025. MYNDIR: Sverri Egholm.