Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá málunum, ið HB skoraði í 2-1 (1-1) sigrinum á FC Suðuroy á ovara vølli í Gundadali. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við HB-venjaran, André Olsen, og við Salmund Bech hjá FC Suðuroy. André Olsen staðfestir, at hansara menn brendu ov illa, men tað var ein stórur lætti at tryggja sigurin móti dystarenda. Salmundur heldur, at tað var ótrúliga rotið at missa tað eina stigið so seint í dystinum. Myndir: Sverri Egholm og Bjartur Vest.
