

André: – Vit runnu aftaná í fyrra hálvleiki
26.04.2026Aftaná 0-2 tapið fyri KÍ á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá HB, André Olsen. André harmast serliga um fyrra hálvleik, har KÍ skoraði bæði málini. André staðfestir, at HB rann aftaná í fyrra hálvleiki, men tað sá munandi betri út í seinna hálvleiki.











