,

Andreas ger bara sítt besta

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Trygvi Absalonsen hitti í dag verjuleikaran, Andreas Edmundsson, niðri í Skopje í Norðurmakedonia undan landsdystinum móti Norðurmakedonia sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð.

Andreas Edmundsson sigur, at hann ikki veit ordiliga, um hann er tryggjaður pláss á liðnum, men hann roynir bara at gera sítt besta. Hann sigur eisini, at honum dámar væl at spæla bæði í eini tveymans- og eini trímans miðverju.

Andreas Edmundsson heldur sjálvandi, at Føroyar skulu fara eftir sigrinum móti Norðurmakedonia í morgin.

Lurta eftir allari samrøðuni við Andreas Edmundsson niðanfyri.