Andras Frederiksberg gjørdist ársins dómari í Betrideildini við kvinnum, og Eiler Rasmussen gjørdist ársins dómari í Betrideildini við monnum.
Andras Frederiksberg gjørdist ársins dómari hjá kvinnum.Hann hevur ikki dømt í trý, men hevur í ár tikið floytuna fram aftur.Tað eydnaðist so mikið væl, at hann er valdur til besta dómaran í Betrideildini við kvinnum.
Borgarstjórin í Fuglafirði, Dávur Juul, handaði Andrasi Frederiksberg steyp fyri heiðurin sum ársins venjari í bestu kvinnudeildini.
Ársins dómari menn
Ársins dómari hjá monnum gjørdist Eiler Rasmussen. Hann hevur dømt í bestu deildini hvørt ár síðan 2001. Hann er millum royndastu dómarar í landinum, og hann hevur dømt 387 dystir í bestu deildini.
Torbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu handaði Eileri Rasmussen steyp, sum Tórshavnar kommuna hevur latið.