Andrew og Tristan Tate eru ákærdir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ákærumyndugleikin í Rumenia hevur nú ákært umstrídda ávirkaran, ella influensaran, Andrew Tate.

Hetta siga fleiri altjóða miðlar í dag.

Eisini er beiggi hansara, Tristan Tate, og tvey onnur fólk ákærd.

Teir eru allir ákærdir fyri at hava framt ólógligan menniskjahandil, neyðtøku og fyri at hava skipað eitt harkalið, ið hevði til endamáls at kynsliga misnýta konufólk.

Andrew og Tristan Tate hava sitið í húsavarðhaldi síðan apríl mánaða í sambandi við kanningararbeiðið hjá rumensku løgregluni.

Løgreglan fekk í apríl mánaði í fjør fráboðan um, at ein kvinna varð hildin á bústaðinum hjá Tate brøðunum í Rumenia ímóti sínum vilja.

Løgreglan framdi húsarannsókn á bústaðin hjá Tate brøðunum, og kom í tí sambandi fram á eitt studio har nærhendis. Í hesum studionum vóru tvey konufólk, ið søgdu seg verða hildin har ímóti sínum vilja.

Løgreglan setti síðani størri kanningararbeiði í verk, og Tate brøðurnir vórðu í desember mánaði í fjør handtiknir. 

Upprunaliga sótu teir varðhaldsfongslaðir, men vórðu í apríl mánaði í ár settir í húsavarðhald ístaðin.

Ítøkiliga hevur løgreglan kannað teir fyri at noyða konufólk at framleiða seksuelt tilfar til heimasíður, so sum Onlyfans.

Andrew Tate gjørdist upprunaliga kendur fyri at fáast við stríðsítrótt, men hevur síðani fingist við at vera ávirkari, har hann er serliga kendur fyri at føra fram eitt slag av hyper-maskuliniteti.