Andrias Hansen er nýggjur leiðari fyri sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.
Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.
Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.
Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.
Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.
Hann er 50 ára gamal.
Andrias Hansen byrjar í starvinum tann 1. oktober 2022.
Sjálvsognarstovnurin Sólteigur og Eysturstræti er ein sjálvsognarstovnur við tveimum búeindum, har pláss er fyri 11 búfólkum tilsamans.
Virðisgrundarlagið á stovninum er: Samstarv, álit, tolsemi og innliving. Virkast skal av fullum huga og støðið verður tikið í øllum menniskjanum. Arbeitt verður út frá tí støði, ið tann einstaki er á.
Fremst er, at tann einstaki kann mennast og taka seg fram, í áliti á seg sjálvan, við vanligum gerandis uppgávum.
Stýrið fyri sjálvognarstovnin Sólteigur og Eysturstræti