Andstøðan vann grønlendska valið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Flokkurin Demokraatit, við Jens-Frederik Nielsen, vann óvæntað Grønlendska landstingsvalið. Flokkurin fekk 30 prosent av atkvøðunum, ein framgongd á 21 prosent. Jens-Frederik Nielsen fekk fleiri enn 4600 persónligar atkvøður, og hann skal nú royna at skipa stjórn.

Naleraq, við Aki-Matilda Høegh-Dam, fekk eisini stóra framgongd og endaði við 24 prosentum av atkvøðunum. Aki-Matilda Høegh-Dam fekk umleið 2800 persónligar atkvøður, og flokkurin hevur nú møguleika at skipa stjórn saman við Demokraatit.

Sitandi samgonga, við IA og Siumut, fekk ein lúsing frá veljarunum. IA fekk 21,6 prosent av atkvøðunum, meðan Siumut bert fekk 15 prosent. Erik Jensen, formaður í Siumut, tók fulla ábyrgd av søguliga vánaliga úrslitinum og segði seg fara at tosa við floksleiðsluna um framtíðina hjá flokkinum.

Demokraatit og Naleraq kunnu nú skipa stjórn einsamællir, men Jens-Frederik Nielsen er opin fyri øllum samgongumøguleikum.


Valúrslitið í tølum:

  • Demokraatit: 30% (10 tingfólk)
  • Naleraq: 24% (8 tingfólk)
  • Inuit Ataqatigiit (IA): 21,6% (7 tingfólk)
  • Siumut: 15% (4 tingfólk)
  • Atassut: 7% (2 tingfólk)
  • Qulleq: 1% (einki tingfólk)