Angelina Johannesen sett í starv sum ukraiinskur tulkur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Angelina hevur útbúgving sum tulkur og umsetari og sum lærari í enskum á Masterstøði, umframt at hon hevur eina bachelorútbúgving innan búskap og fígging.

Hon hevur starvast sum tulkur og umsetari millum enskt, russiskt og ukraiinskt í fleiri ár í Ukraina.

Angelina hevur eisini starvsroyndir í Føroyum, her hon hevur tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.

Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar. Tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir.

Her verður serliga hugsað um dagstovnar, skúlar, barnaverndartænastu, barnatannlækna, kvøldskúla og kommununa annars eisini sum starvsstað.

Fyribils er talan um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár.

Kelda og mynd: Tórshavnar kommuna