Anna Falkenberg: Ongin er tvingaður at tosa danskt

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Føroyskt er høvuðsmálið í Føroya rætti, og ongin verður tvingaður at tosa danskt.

Tað sigur Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, í svari til Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin.

Anna Falkenberg spurdi millum annað løgmálaráðharran, um tað eru dømir um, at føroyingar eru noyddir at tosa danskt í Føroya rætti.

Fólkatingskvinnan tók málið upp, tí hesin spurningur er fleiri ferðir reistur í Løgtinginum – seinast av Anniku Olsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

“Í revsimálum, sum blíva viðgjørd av føstum dómarum og dómstólsjuristum í Føroya Rætti, og har tað eru ákærar frá ákærumynduleikunum í Føroyum og føroyskir verjar, er málið í rættinum vanliga altíð føroyskt, og eingir borgarar í Føroyum verða noyddir ella tvingaðir at tosa danskt í rættinum. Tað sama er galdandi í sivilum málum”, sigur Peter Hummelgaard millum annað í aftursvarinum.

Løgmálaráðharrin hevur fingið at vita frá Føroya rætti, at onkuntíð er tað komið fyri, at fólk eru spurd, um tey kunnu tosa danskt, tí antin dómari, ákæri ella advokatur ikki dugdu føroyskt.

Men eftir at rættargangslógin kom i gildið 1. januar 2021, hevur Føroya rættur gjørt avtalu við ein týðara, so at tað altíð ber til hjá vitnum og pørtum av einum máli at tosa føroyskt.

Sí svarið hjá Peter Hummelgaard til Annu Falkenberg her.