Annika spyr nær tað fer at bera til at tosa føroyskt í rættinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað stóðst mikið kjak burturúr tí, tá ið grønlendski fólkatingslimurin fyri Siimut, Aki-Mathilda Høeg Dam, tók orðið á grønlendskum í Fólkatinginum.

Men Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at støðan í Føroyum er framvegis tann, at føroyingar eru noyddir at tosa á donskum i Føroya rætti, og hartil er alt skrivligt tilfar á donskum.

– Hetta er, hóast tað stendur púra greitt, at føroyskt er formligt mál i Føroya rætti. Hetta er ikki nøktandi, og als ikki nøktandi fyri rættartrygdina hjá okkara borgarum, skrivar Annika Olsen á sínum politiska Facebook-vanga í samband við, at hon hevur sett landsstýrismanninum i lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, ein skrivligan fyrispurning i dag.

Spurningarnir eru hesir:

1. Er arbeiðið byrjað við at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya Rætti?

2. Um ja, nær verður hetta arbeiðið liðugt?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurning skrivar Annika millum annað soleiðis:

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022 stendur, at virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya Rætti.

Í dag eru rættarskipanin og løgreglan felagsmál. Dómsvald og løgregla eru sera týdningarmiklir stovnar fyri eitt hvørt samfelag. Sum ein liður í, at vit arbeiða fram ímóti at fáa rættarskipanina á føroyskar hendur, er ein fyrsta treyt, at tað verður tosað føroyskt í Føroya Rætti, og at føroyskt er formligt mál í Føroya Rætti.

Í dag kemur meira enn so fyri, at borgarar mugu tosa danskt í Føroya rætti, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt. Tað eru støður, har ein føroyingur skal greiða frá truplum, eymum og syrgiligum viðurskiftum á donskum. Tað kann til dømis vera at greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á einum øðrum máli enn tínum egna móðurmáli í Føroyum. Hetta kann ganga rættartrygdini hjá okkara borgarum ov nær.

Í rættargangslógini stendur púra greitt, at føroyskt er rættarmál í Føroya Rætti, men hóast hetta er er øll kunning og skrivligt samskifti frá ríkismyndugleikunum á donskum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum”, stendur at lesa í grein 52-fyrispurninginum til landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, sum nú hevur tíggju yrkadagar at svara fyrispurninginum.