5 av 23 gyltum Oscarstandmyndum fóru til filmin Anora, sum snýr seg um eia strippara í Brooklyn í New York.
Tað er fyrstu ferð, at leikstjórin Sean Baker vinnur eina Oscar-heiðursløn. Filmurin vann í bólkunum Besti filmur, Besta kvinnuliga høvuðsleiklut, Besti leikstjóri, besta Klipping og Besta uppruna handrit.
Filmurin Emilia Pérez, sum var tilnevndur í 13 bólkum, vann tvær heiðurslønir: Besta Kvinnuliga eykaleiklut (Zoë Saldaña) og Besta uppruna sang.
Lettiski filmurin Flow skrivaði søgu við at vinna fyri Besta animeraða film. Hetta er fyrstu ferð, at Letland vinnur ein Oscar.
Brasiliski filmurin I’m Still Here vann fyri Besta altjóða film.
Listin við vinnarum sæst niðanfyri.
Ársins Oscar-vinnarar
- Besti filmur: ‘Anora’
- Besta kvinnuliga høvuðsleiklut: Mikey Madison fyri ‘Anora’
- Besti mannligi høvuðsleiklut: Adrien Brody fyri ‘The Brutalist’
- Besta kvinnuliga eykaleiklut: Zoë Saldaña fyri ‘Emilia Pérez’
- Besti mannligi eykaleiklut: Kieran Culkin fyri ‘A Real Pain’
- Besti leikstjóri: Sean Baker fyri ‘Anora’
- Besti handrit: ‘Anora’
- Besta klipping: ‘Anora’
- Besta filmatisering: ‘Conclave’
- Besti altjóða filmur: ‘I’m Still Here’ frá Brasil
- Besti animeraði filmur: ‘Flow’
- Besti heimildarfilmur: ‘No Other Land’
- Besti stuttfilmur: ‘I’m Not a Robot’
- Besta stutti heimildarfilmur: ‘The Only Girl in the Orchestra’
- Besti animeraði stuttfilmur: ‘In the Shadow of the Cypress’
- Besta framleiðslusnið: ‘Wicked’
- Besti filmtónleikur: ‘The Brutalist’
- Bestu visuellu effektir: ‘Dune: Part Two’
- Besti Ljóð: ‘Dune: Part Two’
- Besti Originali Sangur: ‘El Mal’ úr ‘Emilia Pérez’
- Besta Filmsfotografering: ‘The Brutalist’
- Besti Búnaprýðing: ‘Wicked’
- Besta Sminka og Hár: ‘The Substance’
Kelda: Oscars