Seinastu fyrireikingarnar hjá KÍ undan returdystinum móti svensku meistarunum, BK Häcken eru nú við at koma undir land.
Liðið hevði, sum siðvenja er, sína seinastu venjing á leikvøllinum kvøldið fyri, har dysturin millum Häcken og KÍ verður leiktur.
Undan seinastu venjingina var ein stuttur tíðindafundur hildin á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg.
Tað var ein róligur Magne Hoseth, sum á tíðindafundinum svaraði spurningum frá frammøttu miðlunum.
Hann segði, at KÍ fer at gera sítt besta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Eisini tók hann stutt samanum skaðastøðuna í hópinum, har Mads Bo Mikkelsen og Páll Klettskarð eru úti við skaða.
Heini Vatnsdal er ivasamur, men KÍ-venjarin vómar, at hann verður klárur í morgin. Í so fall byrjar hann allarhelst inni fyri Børga Petersen, sum annars hevur staðið seg væl í evropeisku dystunum í ár.
Deni Pavlovic og Hallur Hansson fekk eru fit for fight. Hoseth vildi ikki avdúka hvør byrja inni, men sum hann tosaði, so byrjar allarhelst bara ein av teimum inni á miðjuni saman við Jákup B. Andreasen.
Pláss er fyri 6.500 fólkum á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg, og tað ljóðar í kvøld, at tað er útselt til dystin í annaðkvøld, sum byrjar klokkan 18 føroyska tíð.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, og tað verður Trygvi Absalonsen, ið kemur at siga frá dystinum.