Í sambandi við at bjargingarbáturin Rescue Lív skal høvuðsumvælast og uppstigast í næstum, hevur nevndin í grunninum Den A. P. Møllerske Støttefond játtað at stuðla verkætlanini við trimum milliónum krónum.
Hesum boðar Havnar Bjarningarfelag frá, sum eigur og rekur Rescue Lív.
-Vit í Havnar Bjargingarfelag, sum reka Rescue Lív, eru grunninum sera takksom fyri henda stórfingna stuðulin til sjálvbodnu sjóbjargingina í Føroyum, sum Havnar Bjargingarfelag.
Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at verða umleið 11 milliónir krónur, og meginpartin av írestandi upphæddini hava landsstýrið og Tórshavnar kommuna áður veitt, soleiðis at samlaða verkætlanin nú kann fremjast.
Í august mánaði verður Rescue Lív sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram.
Meðan Rescue Lív er í Svøríki, lænir Havnar Bjargingarfelag bjargingarbátin Arun, sum er gamli Ziska, frá Norðoya Bjargingarfelag.