,

Apan er hjá forkvinnuni

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Tað verður formansskapurin í Løgtinginum við løgtingsforkvinnuni Bjørt Samuelsen á oddam, sum skal sera ein kanningarstjóra í málinum um kæruna móti Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Ikki bara skulu tey finna ein kanningarstjóra, men tað r eisini teirra uppgáva at geva kanningarstjóranum eitt kommisorium – altso gera kanningarstjóranum uppgávuna greiða og fortelja honum, hvørjar spurningar Løgtingið vil hava svar uppá.

Í gjár broytti landsstýrismálanevndin meining. Meirlutin fór frá fyribils einmæltu avgerðini um, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri tinginum, til í gjár at siga, at har eru ivaspurningar, sum meirlutin í nevndini mælir Løgtinginum til at seta ein kanningarstjóra at fáa svaraðar.

Meirlutin í nevndini eru Hans Jacob Thomsen, formaður, umboðamndi Javnaðarflokkin og Hanna Jensen, umboðandi Fra,sókn.

Minnilutin í trímannanevndini er Bárður í Steig Nielsen, umboðandi Sambandsflokkin. Bárður á Steig Nielsen heldur fast í fyribils niðurstøðuni, sum nevndin gjørdi.

Í gjár segði hann í Kringvarpinum, at í morgin fer andstøðan at leggja eitt miáslitisuppskot á Ingilín D. Strøm fram í tinginum. Fær tað undirtøku í tingsalinum, noyðist landsstýriskvinnan at leggja frá sær, men ivsamt er um eitt misálitisuppskot verður samtykt.