Í løtuni verða próvtøkuhættirnir í føroysku skúlaverkinum endurskoðaðir, serliga í ljósinum av nýggjari tøkni og vitlíki, sum ger tað torført at meta um veruliga førleikan hjá næmingunum.
Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, váttar í svari til løgtingskvinnuna Honnu Jensen, at vitlíki kann vera sera hent og munadygt hjálparamboð, men hann leggur dent á, at hetta krevur talgildisbúgving hjá bæði næmingum og lærarum.
Ein av størstu avbjóðingunum í dag er, at næmingar kunnu lata vitlíki skriva svarini fyri seg, serliga tá teir arbeiða uttan fyri vanliga undirvísing.
Tað ger tað trupult hjá lærarum at vita, um avrikini eru teirra egnu ella ikki, sigur landsstýrismaðurin. Tí verða próvtøkuhættir nú hugsaðir av nýggjum.
Djóni Nolsøe Joensen upplýsir, at arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir er byrjað, og at royndir longu eru gjørdar á bæði miðnámi og Vinnuháskúlanum. Til dømis hava royndir verið við pappíri og blýanti, og fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar.
Próvstovan fyrireikar eisini royndarvirksemi í fólkaskúlanum komandi summar, og verður møguleikin kannaður at skipa munnliga próvtøku í breytaverkætlanini.
Í svari sínum staðfestir landsstýrismaðurin, at eingin endaligur tíðarkarmur er settur, og at arbeiðið verður framt innan verandi játtan.