Arbeiðisloysið framvegis umleið eitt prosent

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í juli 2025 var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent. Hetta er eitt lítið fall á 0,1 prosentstig samanborið við juli í fjør. Tað skrivar Hagstova Føroya.

Tilsamans vóru 311 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru 41 færri enn árið fyri. Í alt vóru 356 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var lægri hjá kvinnum enn hjá monnum. 133 kvinnur vóru raktar, og tað svarar til 0,8 prosent. Tað er 0,3 prosentstig lægri enn í fjør. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,2 prosent, við 223 raktum.

Norðoya øki hevði minst arbeiðsloysi við 0,6 prosentum. Í Suðuroy var arbeiðsloysið hægst – 2,5 prosent, og tað er óbroytt frá í fjør.

Yngsti aldursbólkurin, tey 16 til 24 ára gomlu, hevði lægsta arbeiðsloysið við 0,7 prosentum. Tað er lækkað við 0,5 prosentstigum. Hægsta arbeiðsloysið var hjá teimum 25 til 34 ára gomlu, 1,5 prosent.

Umleið 13 prosent av teimum arbeiðsleysu í juli vóru langtíðararbeiðsleys, tað vil siga, hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað eru níggju fleiri enn í fjør.