Arbeiðsgevarafelagið mælir til at fremja nýskipanir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at játtanarkarmarnir fyri 2026 skulu leggja dent á at avmarka útreiðsluvøksturin og fremja nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at hóast várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum vísir á eina møguliga vend góðu búskapargongdini, so veksur almenni geirin støðugt.

Búskaparráðið væntar stórt undirskot á fíggjarlógini bæði í ár og komandi ár. Tí mælir ráðið til at fremja nýskipanir og samtykkja eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Føroya Arbeiðsgevarafelag er samt í hesum og heldur, at øktir skattir og avgjøld gera Føroyar minni kappingarførar.

Arbeiðsgevarafelagið heldu, at tað er útreiðslusíðan og skipanin av tí almenna, sum má setast í miðdepilin. Politisku skipanirnar kunnu longu nú avmarka útreiðsluvøksturin á játtanarkørmunum fyri 2026.

Arbeiðsgevarafelagið heldu, at vit hava eina avbjóðing við vaksandi tørvin á røktartørvum, so hvørt sum vit gerast eldri.

Skal landskassin ikki fáa vaksandi hall, mugu vit finna aðrar loysnir enn at seta fleiri almenn starvsfólk inn í verandi skipanir. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at gera eina ætlan fyri nýskipan av teimum tyngstu útreiðslupostunum á fíggjarlógini.