Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar, upplýsir Vinnuhúsið.
“Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32 prosent og tann 1. oktober 2025 á 3,87 prosent,” sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
“Karmurin á 8,19 prosent er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.”