Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at fara undir realitetsviðgerð av spurninginum um føroyskan limaskap í fríhandils- ella búskaparligum felagsskapi sum ES ella EFTA.
Felagið staðfestir, at vinnan ikki er nøgd við verandi marknaðaratgongd og ynskir betri handilsviðurskifti við ES og umheimin annars.
Føroyskar útflutningsfyritøkur eru í ójavnari kapping við fyritøkur í ES og EFTA, tí hesar hava betri atgongd til at selja vørur kring heimin. Hetta ger tað torført hjá føroysku vinnuni at vera kappingarfør, serliga tá ið umræður virkaðar vørur.
– Vit hava sæð, at tað er ein oyðimarkargongd, at Føroyar einsamallar skulu samráðast um fríhandilsavtalur við onnur lond, sigur felagið.
Tí er tíðin komin at viðgera limaskap í handils- ella búskaparligum felagsskapi seriøst.
Felagið vísir á, at bæði ES og EFTA hava fríhandilsavtalur við mong lond, sum kundu bøtt um føroysku útflutningsmøguleikarnar. Í løtuni eru Føroyar ikki partur av nøkrum handilsfelagsskapi og hava einans seks fríhandilsavtalur.